Tað vísti eitt spurnarumfar, sum Sosialurin gjørdi í vár.
Seinastu dagarnar hevur nógv verið at hoyrt um, at tað gongur skeiva vegin í Føroyum við grøna orkuskiftinum, tí nýtslan av olju og bensini veksur alsamt.
Sjálvt um vit javnan hoyra politikarar tosa um grønar orkuloysnir og hava sett í samgonguskjøl, at Føroyar skulu vera »grønar« í 2030, so kunnu vit staðfesta, at flestu teirra framvegis nýta olju og bensin til sínar privatu orkuloysnir og harvið ikki eru grønar fyrimyndir hjá veljarunum.
Tað eru politikarar, sum fleiri ferðir hava stungið út í kortið fyri okkum, at Føroyar skulu vera »grønar« í 2030. Tað er um góð átta ár. Tað er skrivað í fleiri samgonguskjøl, so vit skuldu kanska hildið, at tey vóru undangongufólk á økinum.
Og skulu politikararnir vísa vegin, so sigur tað okkum, at tað gongur helst seint at røkka málinum.
Sosialurin kunngjørdi 26. mars í ár eitt spurnarumfar millum løgtings- og landsstýrisfólk fyri at lýsa støðuna.
##med2##
##med3##
Og støðan er greið.
Tá tað snýr seg um upphiting av bústaði hjá teimum 36 landspolitikarunum, sum hava svarað í kanningini, so vísir tað seg, at flestu teirra hava »svartar« orkuloysnir. 31 teirra hita hús síni við oljufýri, 31 koyra við bili við bensin- ella dieselmotori. Bara trý teirra koyra við el-bili, tvey hava hús, sum eru hitað við jarðhitapumpu, ein hevur fjarhita frá Fjarhitafelagnum, og tvey teirra hita hús síni við hitapumpu frá luft til vatn.
Tað er bara ein politikari, Bjørt Samuelsen, sum hevur grøna orkuloysn bæði heima við hús og í bilinum.
Fimm politikarar hava ikki svarað í kannignini. Men tá Sosialurin gjørdi somu kanning fyri
tveimum árum síðani, tá svaraðu tey øll, uttan Páll á Reynatúgvu, at tey høvdu »svartar« orkuloysnir«, oljufýr og bensin ella diesel.
##med4##