Nú fýra føroysk línuskip - trý frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip - eru á veg yvir á Flemish Kap at fiska tosk, hevur in.fo fingið upplýst, at tað júst í hesum mánaðinum eru 28 ár, síðan skiparin á Klakki, Líggjas Johannesen, fyrstu ferð var til fiskiskap á Flemish Kap.
Hetta var við saltfiskalínuskipinum Borðoyarnesi. Á túrinum, sum vardi einar fýra mánaðir, fekk skipið maskinskaða, og teir noyddust tískil at liggja inni har yviri í einar 14 dagar, meðan maskinan varð umvæld.
Fyri 28 árum síðan var toskafiskiskapurin á Flemish Kap í stórari minking, og bert fá ár seinni varð hetta áður so fongríka hav stongt fyri allari toskaveiði í fleiri ár. Her livdi næstan ikki toskur og teir fiskar, sum vórðu veiddir upp undir endan av hesi tíðini, vóru rak.
Nú nógv ár seinni hevur toskurin á Flemish Kap rættiliga tikið seg uppaftur, og royndin hjá føroyingum á hesi fjarskotnu leið gjøgnum mong ár hevur tryggjað okkum rættindi og luttøku í nýggja ævintýrinum.
Umborð á frystilínuskipinum Klakki, sum er millum skipini, ið nú eru á veg yvir á Flemish Kap, er Líggjas Johannesen skipari. Bróðir hansara, Bethuel Johannesen, er eisini við, eins og skipið er væl mannað við røskum línumonnum.