275 føroysk ítróttarfólk kannað fyri doping

Landskassin eigur at bera útreiðslurnar av tí, eftirlitið við doping í Føroyum, kostar

275 føroysk ítróttarfólk kannað fyri doping

 

Landskassin eigur at bera útreiðslurnar av tí, eftirlitið við doping í Føroyum, kostar

 

Tilsamans eru eini 250 føroysk ítróttarfólk kannað fyri doping.

Tað upplýsir Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, nú løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.

ÍSF staðfestir, at nevndin í Føroyum, sum hevur eftirlit við doping ímillum føroysk ítróttarfólk, hevur virkað síðani í 2002.

Hesi árini eru eini 25 ítróttarfólk kannað fyri doping um árið.

Sostatt eru ini 275 ítróttarfólk kannað fyri doping tilsamans, men enn er eingin tikin fyri doping enn, sigur ÍSF.

 

Men nú eftirlitið við doping er komið í eina fasta legu, áttu útreiðslurnar til hetta arbeiði at verið settar á løgtingsfíggjarlógina, heldur ÍSF.

 

- Tað er allatíðina neyðugt við kunning og fyribyrging, bæði fyri allar okkara limir, og fyri Føroya fólk, tí vandar og freistingar eru alla staðni, sigur ÍSF.

 

Tí mælir ÍSF til, at Heilsumálaráðið kannar eftir, hvussu grannalondini hava skipað arbeiðið við doping.

- Nevnast kann at í Danmark er ein eftirlitskipan fyri tey, ið ikki eru limir í ítróttarfeløgum, men sum venja í venjingarmiðstøðum

Førleikamenning.