273 flogfeløg bannað í ES

ES-myndugleikarnir kunngjørdu í dag, at teir hava víðkað listan við flogfeløgum, sum ikki sleppa at flúgva í luftrúminum hjá teimum 27 limalondunum. Flogfeløgini, sum eru komin afturat, eru Aeromaejstic and Interisland Airlins úr Filipsoyggjunum, Rollins Air úr Honduras, Equatorial Congo úr Kongo og Stellar Airways úr Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

ES-kommiserurin í samferðslumálum, Siim Kallas, sigur við tíðindastovuna AFP, at flogfeløgini eru komin á svartalista, tí tey lúka ikki trygdartreytirnar fyri at kunna flúgva í ES-luftrúmi.

Avgerðin hjá ES í dag ber í sær, at nú hava 273 flogfeløg í 20 londum forboð fyri at flúgva í ES-luftrúmi.