Nú verður klárt hjá Aksel V. Johannesen at fara undir samráðingar at skipa nýtt landsstýri. Í løtuni er Jenis av Rana sum tann síðsti floksleiðarin inni hjá løgtingsformanninum, og á veg inn segði hann við in.fo, at eisini hann peikar á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.
Tann einasti, ið ikki hevur viljað sagt, hvønn hann peikaði á, er Beinir Johannesen úr Fólkaflokkin. Hann segði, at hann hevði peikað á tann, sum gav Fólkaflokkinum best møguleiakr at koma í samgongu, so tað er valla Aksel V. Johannesen, sum hevur undirtøku frá øllum flokkum uttan Fólkaflokkinum.