Leygarnáttina um trýtíðina fekk løgreglan eina fráboðan um herverk úti á Reyni. 27 rútar vóru brotnir á Skráseting Føroya. Løgreglan veit, hvør hevur framt herverkið, men ongin er tikin enn.
Um fimmtíðina kom so ein fráboðan um harðskap. Tveir menn vóru farnir til hendurs í miðbýnum. Annar maðurin fekk eitt blátt eyga og okkurt smáskursl. Hann bleiv fluttur á skaðastovuna, og løgreglan tók hin mannin.
Sunnumorgunin kom ein fráboðan um herverk á Platform. Nakrar hurðar vóru brotnar. Løgreglan kom á staðið og tók menninar.