27 ár á muni millum liðfelagar

Teir eru á sama landsliði á Oyggjaleikunum. Annar er ein veteranur, sum hevur vunnið nógv heiðursmerki. Hin er ein unglingi, sum luttekur fyri fyrstu ferð

Føroyar hava sent seks ítróttar­fólk í frælsum ítrótti til Isle of Wight. Fimm ungfólk og ein veru­ligur veteranur umboðað Før­oyar í hesum ítrótti. 16 ára gamli Marner Djurhuus av Mokranesi er stjørnuskot í før­oysk­ari renning, og hann er yngsti luttakarin á lands­lið­num í frælsum ítrótti.
43 ára gamli Heri Ziska luttekur fyri 11. ferð á Oyggjaleikunum, og á undanfarnu Oyggjaleikum hevur hann vunnið 13 heiðursmerki – av tveimum hava tvey verið úr gulli. Hann er er heili 27 ár eldri enn Marner Djurhuus.

Skal seta persónlig net
Heri Ziska kann framvegis kappast við teir bestu í klingru­kasti á Oyggja­leikunum.
– Oyggjaleikirnir eru ein kapping, sum – tíverri, hevði eg næstan sagt – passar væl til mítt støði. Hetta er blivið eitt sindur sosialt eisini, tí eg kenni væl teir, sum eg kappist ímóti. Men eg kann framvegis verða við, og eg ætlaði at kappast um heiðursmerki í klingrukasti, sigur Heri Ziska.
Marnar Djurhuus hevur ongar royndir at byggja sínar vónir á, men hann ætlar sær fyrst og fremst at betra seg.
– Eg ætli mær at seta persónlig met, og verða tíðirnar líknandi tær, sum vóru á leikunum seinast, so kann eg kanska kappast um okkurt heiðursmerki, sigur Marner Djurhuus. Marner fer at kappast í 5.000 og 10.000 metrum. Heri Ziska kappast í klingrukasti og hamara­kasti.

Spennandi framtíð
Heri Ziska, sum nú brúkar meira tíð sum venjari í frælsum ítrótti enn sum íðkandi, heldur, at Føroyar hava eina spennandi framtíð innan ymiskar greinar í frælsum ítrótti – til dømis køstum og lopum.
– Vit hava stórt potentali í frælsa ítróttinum, og miðvísa ung­dóms­arbeiðið hevur gjørt stóran mun. Vit hava fingið nøkur ungfólk, sum veruliga vilja nakað, at venja frælsan ítrótt, og eg rokni við, at vit longu um tvey ár kunnu manna fult lið í øllum lopunum og onkur av køstunum, sigur Heri Ziska. Hann roknar við, at hann innan stutta tíð verður yvirhálaður av teimum ungu íðkarunum.
– Tað verður ikki leingi, til eg fái bank av teimum ungu, og tað gleði eg meg. Tað er stuttligt at seta nýtt fólk við og fáa flutt metini hjá okkum, sigur Heri Ziska.