Travel Mart
- Vit hava tosað nóg mikið um at fáa fleiri ferðafólk higar til lands. Nú eiga vit at handla. Vit eiga at gevast við at tosa um, hvørt okkum vantar eitt wc í Svínoy – ella ein handil í Gásadali.
Hesi vóru greiðu orðini hjá landsstýrismanninum í ferðavinnumálum, Jørgeni Niclasen, tá vit hittu hann á Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn.
Ferðavinnuráðharrin heldur, at Føroyar hava nógv at bjóða útlendskum ferðafólki, og Føroyar hava eisini nógv at bjóða hvørjum øðrum, sum vilja ferðast í egnum landi, bæði við summarhúsum, gongutúrum, útferðum, spennandi upplivingum og í aðrar mátar.
- Tilboðini í Føroyum eru mong, og vit síggja á hvørjum ári nýggj og spennandi tilboð av ymiskum slagi, sigur landsstýrismaðurin.
27 miljónir
Ólavsøkupakkin hjá hesi samgonguni hevur verið nógv umrøddur og hevur fingið mong skotini.
- Men ein partur av hesum pakka er, at vit skjóta upp at játta 9 miljónir krónur um árið í trý ár til marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannalandi.
Jørgin Niclasen sigur, at hesin peningur í fyrsta lagi skal brúkast til at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, eins og ein partur skal brúkast til at fáa føroyingar at ferðast meira í egnum landi.
Skotið verður upp at seta hesar fyrstu 9 miljónir krónurnar av á fíggjarlógini fyri komandi ár.
- Enn liggur ikki í føstum rammum, hvussu hesin peningur ítøkiliga skal brúkast, men hetta fer ferðavinnudeildin í uttanríkisráðnum saman við føroysku ferðavinnuni at finna út av.
Landsstýrismaðurin sigur, at peningurin í øllum førum skal brúkast til marknaðarføring - úti og heima.