27 fólk uppsøgd tí tey ikki vildu lata seg koppseta

27 tænastufólk, sum starvaðust hjá amerikansku loftverjuni, hava fingið fótin, tí tey sýttu fyri at lata seg koppseta.

 

Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at 27 tænastufólk, sum starvast hjá amerikansku loftverjuni, hava fingið fótin, tí tey sýta fyri at lata seg koppseta móti koronu.

 

- Hetta eru helst tey fyrstu, sum eru noydd at fara úr starvi, eftir at koppseting í november gjørdist eitt krav innan amerikanska herin.

 

Sambært NTB upplýsir amerikanska loftverjan ikki, hvussu uppsøgnin hjá teimum 27 starvsfólkunum ljóðar.

 

- Eingin av teimum, sum nú eru uppsøgd, hava søkt um undantansloyvi frá kravinum um koppseting móti koronu, verður lagt aftrat.