Føroyska ferðalagið ferðast kring alt Ísrael í hesum døgum 27 føroyingar í øllum aldrum, úr øllum Føroyum, og úr ymiskum trúarsamfeløgum ferðast í hesum døgum kring alt Ísrael.
Vitjað verður á teimum kendu støðunum úr Bíbliuni, umframt á søguligum støðum, sum hava eitt tilknýti til ta nýggjari ísraelsku søguna.
Ferðaleiðari er Svenning av Lofti, sum hevur staðið á odda fyri nærum 40 ferðum til tað Heilaga Landið síðani 1977. Svenning av Lofti er væl kendur kring alt landið. Lokalur ferðaleiðari er ein jødisk kvinna, sum hevur ættarbond til bæði Svøríki og Danmark.
Millum mongu kendu støðini ferðalagið hevur vitjað er Genesareth-vatnið, grøvin hjá Jesusi, Kapernaum, Golan-heyggjarnir, Holocaust-savnið í Jerusalem og nógv onnur støð.
Veðrið hevur verið føroyska ferðalagnum til vildar. Tað hevur verið sól hvønn dag, síðani ferðalagið kom til landið mánadagin, og hitastigini hava verið rættiliga nógv, mett í mun til árstíðina.
Í dag vitjaði føroyska ferðalagið í Bethlehem, sum liggur inni í tí sjálvstýrandi palestinska økinum. Føroyska ferðalagið vitjaði í Føðikirkjuni, sum er bygd yvir staðið har Jesus varð føddur. Ferðalagið vitjaði eisini úti á staðnum, har einglar boðaðu hirðunum tey stóru gleðiboðini, fyri meiri enn 2.000 árum síðani.
Aftaná át ferðalagið eina øðrvísi jólamáltíð á einari stórari matstovu, har nógvir palistinensarar, serliga kristnir palestinensar vitjaðu.
Bethlehem var jólaskrýddur, men nógv trygdartiltøk vóru, tí Abbas forseti skuldi í Føðikirkjuna til jólamessu, og hetta elvdi til ruðuleikar.