27. Færø-March verður Kristi himmalferðardag

Tíðindaskriv

March-nevndin hjá Mjørkadals Idrætsforening bjóðar aftur í ár til Færø-March. Hetta er 27. ferðin, at teinurin verður gingin.
Gongutúrurin byrjar við Keypsamtøkuna í Hoyvík kl 12 og endar umleið kl 16 í Mjørkadali.
Ongar treytir eru fyri luttøku, fólk skulu bara møta við Keypsamtøkuna, siga fyrireikararnir ? og tey eru væl komin at taka familjuna, vinir ella kenningar við.
Farleiðin er Keypsamtøkan í Hoyvík, Vegurin Langi, Óluvugøta, Sundsvegur, Norðari Ringvegur, Oyggjarvegur, Mjørkadalur. Ferðslureglar skulu haldast, t. v. s. at gangast og rennast skal í vinstru síðu, har eingin gongubreyt er.
Steðgað verður av og á, har luttakararnir kunnu keypa sær okkurt at leska sær við. Tá komið er í Mjørkadal verður møguleiki at keypa pylsur og breyð eins og at fáa vætujavnvágina í rættlag aftur, eins og møguleiki verður fyri at keypa diplom og medalju. Skipað verður fyri flutningi aftur til Havnar.
Luttakarar við trim/ marchbøkrum fáa hesar stemplaðar, siga fyrireikararnir, sum eisini vísa til heimasíðuna
www.mjorkadal.com