Boðað er frá, at minst 27 fólk fólk eru deyð í melduródn í Vietnam, har oyðileggingarnar eru stórar. 22 fólk eru ikki afturíafturkomin.
Av teimum 22, sum ikki eru afturíafturkomin eru 17 av manningini á einum farmaskipi, sum holvdist uttan fyri Binh Dinh.
Tað upplýsa vanlukkumyndugleikarnir í fráboðan í morgun.
Bara í harðast rakta privinsinum, Khanh Hoa, eru minst 14 fólk deyð, tá hús teirra vórðu skolað burtur av stóru vantnøgdunum.
Vanlukkumyndugleikarnir siga víðari, at eitt fólk doyði, og fýra vórðu saknað í provinsunum Binh Dinh og Phu Yen.
Melduródnin við navninum Damrey hevur rakt fleiri túsund fólk.
Fleiri enn 600 hús eru løgd í oyði, meðan onnur 40.000 hava fingið skaðar. Samstundis eru 228 útróðrarbátar annaðhvørt soknir ella skaddir.
Streymslit er nógva staðni í landspartinum, har fleiri 35.000 fólk í bygdum frammanundan eru flutt burtur.
Eisini skúlar hava fingið boð um at lata aftur vegna melduródnina, sum er onnur náttúruvanlukkan, ið rakar landið seinasta mánaðin. Í oktober rakti ein tropiskur vindur mið- og norðrarapartin av landinum, sum hevði við sær vatnflóð og oyðileggingar nógva staðni.
Tá doyðu 75 fólk í ódnarveðrinum.
/ritzau/AP