27 av 40 arbeiðsplássum vantaðu hjálmar

Arbeiðseftirlit

Frá oktober til desember í fjør kannaði Arbeiðseftirlitið umleið 40 virkir og arbeiðspláss kring landið. Grundin til, at hetta varð gjørt var at kanna eftir um hjálmar verða brúktir, har tað er krav sambært reglum eftir arbeiðsumhvørvislógini. Av kannaðu arbeiðsplássunum vórðu 27 mál sent til fútan við áheitan um at reisa ákæru fyri brot á galdandi reglur.
Sambært kunngerð nr. 136 fyri byggipláss og líknandi, byrjar arbeiðseftirlitið í mai mánaða eitt átak ímóti vandanum fyri arbeiðsskaðar, tá arbeitt verður høgt upp, og har vandi er tilstaðar, at ein kann detta niður.
? Tiltøk skulu setast í verk, tá arbeitt verður í hæddini. Tá verður hugsað um, at fallið er meira enn tveir metrar, verður sagt av Arbeiðseftirlitinum. ? Har serligur vandi er niðri undir, kann talan verða um fall minni enn tveir metrar.
Arbeiðsgevarin eigur at syrgja fyri, at neyðug tiltøk eru tilstaðar at arbeiðið verður gjørt á tryggan hátt , og tann arbeiðandi eigur at syrgja fyri, at trygdartiltøkini verða fylgd.
Brot á omanfyrinevndu kunngerð verða send til fútan, sum tekur støðu til, um ákæra skal reisast ella ikki. Tann ákærdi kann vænta bót, sum fútin ásetur við sektaruppskotið. Um bótin ikki verður goldin, endar málið í rættinum.