Nógv tann størsta einstaka nøgdin á søluni á Fiskamarknaði Føroya í dag var toskur, 93 tons tilsamans. Næst størsta nøgdin var brosma, umleið 44 tons tilsamans. Fiskmarknaður Føroya seldi í dag 267,2 tons av fiski fyri stívliga 3,5 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 13,40 krónur fyri kilo.
Ein slíkur miðalprísur er rættiliga vanligur, tá lítil og eingin havtaska er á marknaðinum. Men í dag var nevniliga væl av hastasku á marknaðinum, umleið 30 tons tilsamans. Við tað, at samaðu nøgdirnar av fiski vóru so stórar, megnaði havtaskan tó ikki at lyfta so nógv undir miðalprísin, sum hon plagar at gera, tá samlaðu nøgdirnar eru minni.
Umleið 44 tons vóru eisini av brosmu, og tá brosma liggur heldur lágt í prísi, og nøgdirnar eru so mikið stórar, so útjavnar brosman tær stívliga 28 krónurnar fyri kilo, sum besti havtaskuprísurin var. Besti miðalprísur á brosmu á marknaðinum í dag var 7,69 krónur fyri kilo.
Heili 93 tons á marknaðinum í dag var toskur, og enn einaferð vóru nøgdirnar av toski 4 tær størstu. Miðalprísurin fyri tosk 4 var 12,10, og toskur 3 fekk 15,95 krónur fyri kilo.
32,8 og 34,7 tons vóru av ávikavist toski 3 og 4.
Sløk 30 tons vóru av hýsu, og besti miðalprísur fyri hýsu I í dag var 18,18 krónur fyru kilo.