Føroyar hava ein trupulleika, um Hans Davidsen ikki verður dømdur eftir § 266b, sigur Torkil Rasmussen, sum lesur løgfrøði í Keypmannahavn. §266b umfatar bert ávísar samfelagsbólkar. Nevnast kann, at ein sambært lógini ikki kann diskriminera fólk vegna húðarlit, átrúna, seksuellari orientering og so framvegis.
Brekað eru ikki nevnd í lógini, so spurningurin hevur reist seg, hvørt §266 b kann nýtast í samband við Facebookbólkin ?Út við teimum brekaðu?, sum Hans Davidsen hevur stovnað.
-Altjóða Mannarættindadómstólurin loyvir, at § 266b verður tulkað soleiðis, at aðrir samfelagsbólkar eisini verða fevndir av lógini, sigur Torkil Rasmussen, sum á lestrinum eisini er hjálparlærari í statsrætti og altjóða mannarættindum í Universitetinum
Hann heldur, at tað eru fáar royndir á økinum, tí sjáldsamt er, at fólk við breki verða diskriminerað.
Heini Festirstein hevur sitið í koyristóli í mong ár, og hann kendi seg so mikið stoyttan av Facebookbólkinum, at hann nú hevur meldað bólkin og mannin handan bólkin Hans Davidsen.
-Tað er allarhelst brot á altjóða mannarættindi, um hesin maðurin ikki verður funnin og dømdur, sigur Torkil Rasmussen, sum leggur aftrat, at Føroyar hava ein veruligan trupulleika, um §266b ikki kann verja brekað.