Spurningarnir hópa seg upp, nú tað er greitt, at fólk við breki ikki eru vard av revsilógini.
-Kanska skulu vit broyta §266b til eisini at umfata fólk við breki, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum.
Eftir nógv umstrídda Facebook bólkin ?Út við teimum brekaðu? hava spurnartekin verið sett við, hvørt føroyingar við breki eru vard av revsilógini.
Summir løgfrøðingar vilja verða við, at §266b ikki skal tulkast bókstavliga, og tí eru tey við breki eisini umfataði av lógini. Aðrir løgfrøðingar siga, at lógin kann ikki tulkast, og tí finst eingin lóggáva, sum verjir føroyingar við breki móti háðan, niðurgering og forfylging.
Varafútin, Finn Ougaard hevur staðfest, at §266b kann ikki nýtast í samband við ákæruna av persóninum handan ?Út við teimum brekaðu?.
Annika Olsen sigur, at hon tekur málið í ramasta álvara, og at landsstýrið nú fer at taka málið upp til viðgerar.
-Kanska skal §266b broytast, soleiðis at eisini tey við breki eru vard av lógini, sigur Annika Olsen, sum sigur seg taka stóra frástøðu frá bólkinum.
Føroyar hava millum annað bundið seg til ST- sáttmálan, sum verjir rættindi teirra brekaðu. Eisini Evropeiski mannarættindasáttmálin er galdandi í Føroyum.
-Føroyar kunnu als ikki sigast at liva upp til krøvini í eitt nú ST-sáttmálanum, sigur Annika Olsen.
Hon staðfestir, at málið verður tikið í ramasta álvara, og at ein bólkur av serfrøðingum verður settur í heyst, sum skal geva landsstýrinum eitt tilmæli um etiska partin av revsilógini.