Nú ger landsstýriskvinna Fólkafloksins Annika Olsen sama nummarið umaftur. Nú vil hon hava hesi bæði orðini, sum eru ein uppfinning hjá valdmiklu homo-aktivistunum, inn í aðrar lógargreinar í revsilógini. Hon hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har hon bæði í § 81 og í § 157a vil hava orðini “seksuel orientering” at standa. Sostatt hevur hon dyggiliga prógvað, at víðgitna glíðibreytin ikki bara var tómt tos, men framskygd hugsan. Og tá tey homoseksuellu nú í enn størri mun verða góðtikin sum ein minnilutabólkur, sum tørvar serliga verju ájavnt við minnilutabólkar vegna trúgv, húðalit og uppruna, er vegurin enn betri slóðaður til aðrar lógir so sum lóg um skrásett parlag og rætt hjá homoseksuellum at ættleiða.
Annika Olsen er enntá so nasadjørv, at hon víðkar heimildirnar í § 266 b við einum ískoytisstykki, har tað nú eisini skal bera til at revsa fólk, sum kunnu sigast at tosa niðursetandi um homoseksuel sum liður í propagandavirksemi. Tað er nú næstan bara upp til hugflogið at finna orsøkir fyri at stevna fólki fyri rættin, sum ditta sær at siga sína hugsan um homoseksuellan livihátt. Tí er vandi á ferð í Føroyum. Her eru mong, sum hava sterkar meiningar um slík viðurskifti, og teirra meiningarfrælsi verður nú enn meiri skert.
Tillukku til samgonguna fyri tykkara ússaliga og óføroyska politikk. Og takk til Jógvan á Lakjuni, at tú stendur sum drangur í brimi.









