266 b-kvøld á Jacques

Í kvøld skipar Jacques fyri einum kvøldi bara fyri føroyingar, og Súni Reinert, sum er ein av eigarunum av klubbanum, sigur at kvøldið í kvøld er eitt 266 b-kvøld.

– Tá vit lótu upp sum ein klubbi fyri samkynd, var stríðið um 266 b í hæddini í Føroyum. Tað virkaði heldur løgi, at samstundis sum kjakast varð um diskriminatión av samkyndum í Føroyum, so lótu vit í Keypmannahavn ein náttklubba upp fyri samkynd, greiðir Súni Reinert frá.
– Tá vit so fóru undir at fyrireika kvøldið í kvøld, har bara føroyingar eru bjóðaðir, hildu vit, at vit máttu kalla tað eitt 266 b-kvøld, síðani at vit á ein hátt diskriminera okkara vanligu kundar og danir annars, við bara at bjóða føroyingum, sigur Súni Reinert og flennir.