26 vilja loysa Róa av

26 umsøkjarar eru til starvið sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla

roiTá ið freistin at søkja starvið var farin 15. juli, høvdu 26 umsøkjarar sent inn umsókn at gerast nýggjur stjóri á Háskúlanum.

Umsóknirnar býta seg soleiðis, at 13 kvinnur og 13 menn hava søkt. Flestu umsøkjararnir eru føroyingar, men onkur umsókn kemur eisini uttaneftir.

Talan er um sera væl skikkaðar umsøkjarar, sigur stýrið fyri Føroya Fólkaháskúla, sum nú er í eini tilgongd at seta rætta stjóran, ið fer at virka frá komandi háskúlaskeiði.

Nýggjur háskúlastjóri skal finnast, tí stjórin seinastu 26 árini, Rói Patursson, hevur sagt seg úr starvi.