Tá Smyril í kvøld loysir frá kai í Havnini og setur kós móti Suðuroynni, verður tað við einum hópi av ungdómum, ið fara suður at fáa ein smakk av tí, ið nýggi Ítróttarháskúlin í Suðuroynni hevur at bjóðað.
Gudmundur Joensen, dagligur leiðari í skúlanum, sigur við in.fo, at tá freistin at melda seg til dagin var farin, høvdu 26 næmingar melda seg, hóast dagurin kundi ligið betri.
- Vit eru væl nøgd við hvussu nógvir ungdómar koma. Serliga havandi í huga, at hetta liggur ein strategiskan tápuligan dag. Tað er nevniliga síðsti skúladagur hjá næmingunum í dag, og tað verður vanliga hátíðarhildið á onkran hátt. So at 26 fólk velja at fara suður er øgiligt gott, sigur Gudmund Joensen.
Ætlanin er, at gestirnir skulu royna hvussu eitt heilt døgn á skúlanum kann vera.
- Tey fara suður í kvøld, og gista í smáttunum í Vági, ið eru gjørdar til skúlan. Meðan tey eru har suðri, fara tey at hitta lærararnar, síggja umstøðurnar, spæla nøkur spøl saman og so hava vit eisini eina avtalu við tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways, sigur Gudmund Joensen.









