26 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 26 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

24 tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu, og tveir tilburðir staðfestir við kanning eftir komu til Føroyar, ávikavist ein og tveir dagar eftir komu.

 

1006 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 111 smittað í Føroyum.