Tað var púra óvæntað, tá ið favorittarnir í NSÍ fyrr í kvøld og á heimavølli taptu í fyrsta umfari í steypakappingini. Í fjør vann NSÍ finaluna, og í kvøld var tað AB, sum við 1-0 sigri við Løkin í Runavík setti punktum fyri luttøkuni hjá NSÍ í ársins kapping um løgmanssteypið.
Longu sunnudagin hittast AB og NSÍ aftur. Tá verður tað í landskappingardysti á Argjum.
Tað kemur sjáldan fyri, at tað liðið, sum undanfarna árið hevur vunnið steypafinaluna, ikki megnar at spæla seg víðari úr fyrsta umfari.
Síðsta dømi av sama slagi, sum tað, ið NSÍ var úti fyri í kvøld, var í 1992. B36 vann steypafinaluna í 1991 við 1-0 sigri í grannauppgerð ímóti HB. Í 1992 var B36 í fyrsta umfari í steypakappingini á útivølli á Sevmýri á Tvøroyri. Eftir vanliga leiktíð var støðan 1-1, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá skoraði TB eitt mál aftrat og vann sostatt 2-1, og B36 var ikki longur partur av 1992 kappingini.
At steypavinnarin ikki hevur megnað at spælt seg víðari úr fyrsta umfari er ikki komið fyri síðani 1992. Tá skal leggjast aftrat, at í nógv ár var talan um bólkaumfar, áðrenn tað var komið til fjórðingsfinalurnar.
Fjórðingsfinalan verður hósdagin tíggjunda mai, sum er Kristi himmalferðardagur. Liðini, sum fara at spæla um pláss í hálvfinaluni, eru EB/Streymur, Skála, HB, B36, AB, B71, Suðringar og Víkingur, sum ikki var við í fyrsta umfari.