26 nýggj grundstykkir í Skopun

J&K Petersen Contractors hava júst latið av hondum eina nýggja útstykking í Skopun, og nú er byggifyritøkan í gongd á Sandi.

J&K Petersen Contractors eru nú lidnir við eina útstykking í Skopun, sum fevnir um 26 grundstykkir.

 

Útstykkingin í Skopun er liðug og varð latin Skopunar kommunu mánadagin, siga tey hjá J&K á sínum Facebook-vanga.

 

Men, tað er ikki bara í Skopun, at J&K Petersen Contractors arbeiða við útstykking í Sandoynni.

 

Í heyst er eisini sjøtil settur á eina nýggja útstykking á Sandi, sum verður á 33 grungstykkir.

 

Tað er eisini J&K Petersen Contractors, sum standa fyri hesi útstykkung, sum ætlandi verður liðug um eitt ár.

 

- Vit vóna, at nýggju útstykkingarnar fara at gagna Sandoynni og komandi íbúgvunum væl, siga tey í byggifyritøkuni.

 

##med2##

 

Her á Sandi er J&K Petersen Contractors eisini í holt við eina nýggja útstykking.