2,6 mió í yvirskoti og 100 mió kr í vinningsbýti

Ársúrslitið hjá Fíggingargrunninum frá 1992 í fjør var eitt yvirskot upp á 2,6 milliónir krónur í mun til eitt yvirskot upp á slakar 34 milliónir krónur í 2016.

 

Ársúrslitið hjá Fíggingargrunninum frá 1992 í fjør var eitt yvirskot upp á 2,6 milliónir krónur í mun til eitt yvirskot upp á slakar 34 milliónir krónur í 2016.


Høvuðsvirksemið hjá Fíggingargrunninum frá 1992, sum landsstýrið eigur, er at eiga partapening í P/F BankNordik. Tað skal vera sum partapening ella sum ábyrgdarpening. Grunnurin kann selja sínar ognir í P/F BankNordik, men hendir tað, so skal tað gerast undir marknaðartreytu.

 

Fíggjarstøðan hjá Fíggingargrunninum frá 1992 fyri 2017 vísir eina javnvág upp á 390 milliónir krónur.

Føroya Landsstýrið eigur allan partapeningin í P/F Fíggingargrunninum frá 1992

 

– Úrslitið kemst fyrst og fremst av, at partabrævakursurin á BankNordik lækkaði úr kurs 135,5 við árslok 2016 til kurs 106 við árslok 2017, og at grunnurin fekk útgoldið vinningsbýti frá BankNordik upp á 100 milliónir krónur.

 

Fíggingargrunnurin hevur síðani 2004 goldið landskassanum góðar tvær milliardir krónur

 

2017    100 milliónir krónur
2016    7 milliónir krónur
2015    5 milliónir krónur
2014    5 milliónir krónur
2013    3,3 milliónir krónur
2012    0 milliónir krónur
2011    12 milliónir krónur
2010    0 milliónir krónur
2009    0 milliónir krónur
2008    15 milliónir krónur
2007    1.212 milliónir krónur
2006    5 milliónir krónur
2005    595 milliónir krónur
2004    50 milliónir krónur

Tilsamans    2.009,3 milliónir krónur – ellar góðar tvær milliardir krónur.