Sjúkrarøktarfrøðingar kunna gleða seg yvir eina lønarhækkan á umleið 26 milliónir krónur yvir næstu tvey árini. Við Kringvarpið upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at talan er um eina lønarhækkan á fimm prosent árliga.
- Í krónum og oyrum er talan um ein stóran fakbólk. Samlaðu lønarútreiðslurnar hjá fakbólkinum eru á 250 milliónir krónur. Hækkingin er á 13 milliónir krónur meira í ár og 13 milliónir krónur aftrat næsta ár, segði Kristina Háfoss við KVF, og legði aftrat.
- Vit halda, at hetta er eitt stig á røttu leið. Tað er neyðugt at hækka lønarlagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum fakbólkum.
- Í prosentum er lønarhækkingin á smá tíggju prosent yvir tvey ár. Tað er knapt 5 prosent í miðal árliga. Tað liggur omanfyri tí, ið vit vanliga snakka um viðvíkjandi lønarkarmar.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevði eisini góð tíðindi at bera øðrum fakfeløgum, ið skulu til samráðingar, tí hon upplýsti, at verandi samgonga ynskir at hyggja at og møguliga hækka lønarlagið hjá øðrum fakbólkum við.