26 milliónir evropear arbeiðsleysir

Arbeiðsloysið í evrulondunum kom upp í 12 prosent í februar, og tá vóru 19 milliónir arbeiðsleys í teimum 17 londunum. Tað var 1,8 millión fleiri enn fyri einum ári síðani.

Í øllum Evropasamveldinum hava 26,3 milliónir fólk einki arbeiði, og tað er knappliga 11 prosent av arbeiðsmegini. Ringast er í Grikkalandi og Spania, har arbeiðsloysið er ávikavist 26 og 26,3 prosent. Tann størsti vøksturin tað seinasta árið hevur verið í Spania.

Tað er serliga tað unga ættarliðið, sum hevur ilt við at finna nakað at gera. Í Grikkalandi er ungdómsarbeiðsloysið heili 58,4 prosent og í Spania heili 55,4 prosent. Tey norðurlendsku ES-londini sleppa ikki undan hesum trupulleikanum. Í Svøríki eru 24,5 prosent av teimum ungu arbeiðsleys. Í Danmark og Finnlandi er arbeiðsloysið millum tey ungu niðan fyri 20 prosent.

Minsta arbeiðsloysið í ES hava Luksenburg, Týskland, Niðurlond og Eysturríki. Í Týsklandi hava 5,4 prosent einki arbeiði.