26. mai: 19 ár síðan vit skuldu loysa frá Danmark

Um tað gekk sum Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin vildu fram til februarmánað í 2001, so skuldu vit atkvøða um loysing frá Danmark hendan dagin, 26. mai, í 2001.

Í dag flagga almennir stovnar í Føroyum við Merkinum og danskir stovnar við Dannebrog. Tað er tí at Fríðrikur krúnprinsur hevur føðingardag.

Men gekk tað sum Anfinn Kallsberg, Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø og flokkar teirra vildu tað, so varð tjóðardagur hildin í dag. Tí hendan dagin í 2001 ætlaðu tey, at føroyingar skuldu atkvøða fyri loysing frá Danmark.

Tað var eftir løgtingsvalið 30. apríl í 1998, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi gingu saman í samgongu fyri at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Flokkarnir høvdu tó ikki meiriluta – teir fingu átta tingsessir í part, og tí vóru boð eftir Sjálvstýrisflokkinum, sum tók seg væl betaltan við tveimum landsstýrissessum fyri at spjaða tveir løgtingssessir til loysingarmeirilutan á tingi.

##med3##

Í 2000 vóru rokmiklu fullveldissamráðingarnar á Christiansborg, ið sum kunnugt endaðu í naggatódn, tí so langt var ímillum partarnar, at semja fekst ikki um nakað. Føroyingar vildu loysa við 12 ára skiftistíð. Boðini frá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, vóru greið, at vildu føroyingar loysa, so fingu teir í mesta lagi fýra ára skiftistíð.

Kortini valdi landsstýrið at halda fólkaatkvøðu 26. mai í 2001, har føroyingar skuldu taka støðu til føroyskt fullveldi við 12 ára skiftistíð.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, fekk tó kaldar føtur ein fríggjadag síðst í februar, og tríggjar mánaðir og tveir dagar fyri at fólkaatkvøðan skuldi haldast, avlýsti løgmaður av sínum eintingum fólkaatkvøðuna, sum tí varð av ongum.

TRÝST HER fyri at lesa grein í Sosialinum um málið 24. februar í 2001

##med4##

##med2##