26 lond samd um at lata milliardaupphædd til Ukraina

Í dag eru verjumálaráðharrar og onnur tignarfólk frá 26 londum savnað til eina veitingarráðstevnu í Keypmannahavn.

Ráðstevnan endar seinnapartin við einum tíðindafundi, har tær endaligu semjurnar verða almannakunngjørdar. Ráðsstevnan hevur sum endamál at tryggja ein langskygdan stuðul til Ukraina.

 

Sambært DR Nyheder, hava tey eftir fyrsta fundin kunngjørt, at tey fara at stuðla einum grunni við fleiri hundrað milliónum evrum. Grunnurin skal nýtast til keyp av vápnum og skotverkum á vápnamarknaðinum.

 

Mann ynskir ikki, at vápn og skotverk einans skulu koma frá verjugoymslum í teimum ymisku londunum, tí einaferð verða goymslurnar tómar. Við at seta eina slíka upphædd í ein grunn, kann mann tryggja vinnuni, at har er nokk av fígging.