Anna var móðir Mariu Moy og var gift við Jójakimi.
Halgisøgan sigur frá, at tey komin upp í árini eingi børn fingu, og Jójakim rýmdi frá konuni. Men hann vendi heim aftur, tá ið ein eingil hevði boðað honum, at tey skuldu fáa barn. Og tá bar til. Hebráiskt navn, ið merkir hin náðaða ella yndi.
Av føðingardøgum kunnu vit nevna, at kendi bretski sangarin í the Rolling Stones, Mick Jagger, fyllir 70 ár í dag, og at kenda amerikanska sjónleikarkvinnan, Sandra Bullock, fyllir 49 ár í dag.
Og hendan dagin í 1952 doyði kenda argentinska forsetafrúan, Eva Perón.