Løgreglan hevur aftur í dag kannað eftir, hvussu ferðandi skikka sær í ferðsluni.
Hesa ferð valdi løgreglan at kanna leið 400 hjá bygdaleiðum, og har vísti tað seg, at langt ífrá øll tey ferðandi sótu í trygdarbelti, soleiðis sum lógin annars fyriskrivar.
26 av teimum ferðandi nýttu ikki trygdarbelti, og 21 av hesum kunnu nú vænta sær bót. Hini fimm vóru undir 15 ár, og kunnu tí ikki skuldsetast.
Bussurin var í lagi og hevði tey neyðugu skeltini, sum upplýsti ferðandi um at nýta trygdarbeltið. Bussførarin kann tí ikki ábyrdast fyri nakað, við at børn undir 15 ár ikki vóru spent føst, sigur løgreglan
Mikudagin kannaði løgreglan eisini leið 100 og 300, tí tað hevur ljóðað, at ov nógv ferðandi hava verið við hesum bussum. Tað var talan tó ikki um, tá løgreglan kannaði bussarnar.