Fleiri fólk doyðu, og næstan 40 fingu skaða, tá 20 persónbilar og seks lastbilar vóru uppi í einum harmonikusamanstoyti á motorvegnum við býin Taunton í útsynningspartinum av Onglandi í gjárkvøldið. Umleið 10 av teimum, sum hava fingið skaða, eru í lívsvanda.
-Hetta er tann ringasta ferðsluvanlukkan í mong, mong ár, sigur talsmaðurin hjá løgregluni í Avon og Somerset við Sky News. Hann veit ikki, hví vanlukkan hendi.
Sky News sigur, at fleiri spreingingar vóru í sambandi við samanstoytin. Onkrir lastbilar koppaðu, og sløkkiliðsmenn hava í nátt arbeitt við at skera bilar sundur fyri at fáa fatur á fólki.