Í morgun bleiv greitt í Føroya Rætti, at 26 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri í 2012 at hava dripið eina 16 ára gamla gentu í Hvannasundi, er fríkendur. Hetta skrivar Kringvarpið, sum hevur fylgt málinum, í morgun.
Málið hevur koyrt í fleiri vikur nú, og nógv fólk hava verið avhoyrd í hesum sambandi. Nevningating hevur verið, og tað er nevningatingið, ið fríkendi mannin, skrivar Kringvarpið.
Verjin hjá ákærda hevur frá byrjan av kravt frídøming, meðan ákæruvaldið hevur kravt dóm.











