Gongdin vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama.
Í februar vóru um 13.750 menn í løntakaraskaranum, og tað eru næstan 150 færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 13.100 í tali, ella um 160 fleiri enn í fjør.
Trendurin vísur, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnurnar enn afturat løntakaraskaranum, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.