26.500 løntakarar í juni - veksur aftur eftir fallið í apríl

Í juni vóru góðir 26.500 í løntakaraskaranum.

Løntakaratalið veksur aftur eftir fallið í apríl, serliga tí at privata tænastuvinnan nú fótar sær aftur. Tað er eisini ymiskt hvussu økini í landinum hava verið rakt - serliga Sandoyar økið hevur verið minni rakt enn hini økini í landinum.

 

 

Løntakarar og lønarískoyti
Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. Av teimum á leið 3.300, sum fingu arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá ALS í juni, fingu um 2.200 av hesum løn frá einum ella fleiri arbeiðsgevarum.

Løntakaratalið var um 26.500 í juni. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt kundi væntast at verið knappir 27.200 løntakarar í juni. Tað er ein munur á 4,1% í mun til væntaðu gongdina. Sostatt er framvegis nakað upp til støðið undan koronu, men hóast tað eru løntakaratølini í juni væl frægari enn í apríl og mai.

 

Kelda: Hagstova Føroya