Fiskimálaráðið umsitur eina játtan á 250.000 krónur, hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.
- Til ber hjá einstaklingum virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul, sigur ráðið.
Lagt verður aftrat, at umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað, og umsóknarblað, vegleiðing og reglugerð kunnu heintast á heimasíðu Fiskimálaráðsins www.fisk.fo ella við at venda sær til Fiskimalaráðið.
Fiskimálaráðið sigur, at freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2015, og umsóknir skulu sendast Fiskimálaráðnum.