250.000 krónur røkka ikki langt

Eftir at fyrst Halldis Joensen og síðani Sigrún Mohr um jólini hartaðu Fíggjarmálaráðið fyri at hava gloymt tey gloymsku í arbeiðinum við fíggjarlógini og ikki sett nakra játtan av til demensætlanina, valdi Løgtingið, í samband við triðju viðgerð av fíggjarlógini at játta 250.000 krónur til demensøkið.

 

Sigrún Mohr, næstforkvinna í trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu og avvarðandi at fólki við Alzheimer, takkar fyri játtanina, men fýlist kortini á, at hon einans er ein tíggjundapart av tí, sum demensætlanin sjálv skeyt upp skuldi játtast til arbeiðið.

 

Hon vónar tó, at kjakið og játtanin fara at virka til, at demensætlanin verður tikin fram aftur og arbeitt verður við tilmælunum í henni. 

- Tað, eg hoyrdi av kjakinum frá løgtingsins røðarapalli, gav mær ta fatan, at fleiri kendu millum lítið og einki til hesa ætlan. Tað verður vónandi øðrvísi frameftir. Demensdepilin, ið er hornasteinurin í demensætlanini, er landsins ábyrgd og má skipast fyrst, um kommunurnar skulu kunna liva upp til sína uppgávu og ábyrgd, skrivar Sigrún Mohr.

 

Undir viðgerðini av málinum í gjár varð nevnt, at 800 føroyingar líða av demens.

- Londini kring okkum gera nógv burtur úr hesari stóru avbjóðingini við støði í forsagnum um framtíðar fólkasamanseting og heilsu. Tíverri eru vit eftirbátur á hesum økinum – í løtuni, skrivar Sigrún Mohr.