- Til ber at tillaga fráferð úr Føroyum og Ísrael til tørvin hjá hvørjum einstøkum, og kostnaður fyri ferðina er úr 25.000 krónum fyri hvønn luttakara, siga tey í uttanríkis-og mentamálaráðnum.

25.000 krónur fyri vinnuferð til Ísraels

Sendistova Føroya í Ísrael og uttanríkis-og mentamálaráðið skipa í døgunum 22.-26. mai fyri vinnuferð til Ísraels.

- Til ber at tillaga fráferð úr Føroyum og Ísrael til tørvin hjá hvørjum einstøkum, og kostnaður fyri ferðina er úr 25.000 krónum fyri hvønn luttakara, siga tey í uttanríkis-og mentamálaráðnum.

Tað verður landsstýrismaðurin í uttanríkis-og mentamálum, Jenis av Rana, sum stendur á odda fyri ferðini.

 

Á skránni verða eitt nú vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og sonevnd B2B-tiltøk. Eisini verður hátíðarhald á Sendistovu Føroya í samband við, at sendistovan er latin upp.

 

Um heimasíðuna hjá uttanríkis-og mentamálaráðnum sæst fyribils skrá fyri ferðina.

 

- Til ber at tillaga fráferð úr Føroyum og Ísrael til tørvin hjá hvørjum einstøkum, og kostnaður fyri ferðina er úr 25.000 krónum fyri hvønn luttakara.

 

Tey, sum ynskja sær neyvari kunning um vinnuferðina, kunnu venda sær til føroysku sendistovuna í Tel Aviv á teldupostinum akij@ummr.fo.

 

Í uttanríkis-og mentamálaráðnum verður sagt, at tey, sum kundu hugsað sær at luttikið, kunnu tekna seg til ferðina hjá 62N.

 

- Seinasta freist fyri at tekna seg til vinnuferðina til Ísraels er hin 28. mars 2022, verður lagt aftrat.

 

- Til ber at tillaga fráferð úr Føroyum og Ísrael til tørvin hjá hvørjum einstøkum, og kostnaður fyri ferðina er úr 25.000 krónum fyri hvønn luttakara, siga tey í uttanríkis-og mentamálaráðnum.