Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya var úti, vóru 366 umsóknir innkomnar.
Men av teimum hava 250 fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya í 2014, sigur Setrið í morgun. Sostatt vóru tað 116 umsøkjarar, sum ikki sluppu inn.
Les eisini: Nógv tey flestu vilja sleppa at arbeið við fólki
Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soljóðandi:
Bachelor-nám Lívfrøði:16 KT-verkfrøði:29 Lærari:35 Námsfrøði:35 Sjúkrarøktarfrøði:22 Føroyskt (BA og hjánám):23 Politik og umsiting:17 Søga:19 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging: 27
Master-nám Master í Føroyskum:9 Master í lóg:18
Fróðskaparsetrið sigur, at endaliga talið verður klárt eftir 4. august, tá freistin at lata inn váttan um innskriving er úti.
|