Roknað verður við, at metnógv fólk fara at hyggja at EM-finaluni í fótbólti í kvøld.
Finalan, sum er millum Italia og Spania, verður spæld í Kiev klokkan 19.45 í kvøld, og fótbóltsfelagsskapurin UEFA metir, at 250 milliónir fólk fara at fylgja at finaluni í sjónvarpi.
Fyri fýra árum síðani hugdu 237 milliónir fólk eftir EM-finaluni, tá ið Spania vann á Týsklandi, men hyggjaratølini í ár eru í miðal betri enn tey fyri fýra árum síðani, og tí roknar marknaðarstjóri hjá UEFA, Guy-Laurent Epstein, við, at tað verða 250 milliónir hyggjarar í kvøld.
- Hetta eru sera góð tøl, og vit eru væl nøgd, sigur Epstein við tíðindastovuna AP.








