250 mans á stevnu á Zarepta

Um vikuskiftið hava 250 mans luttikið á mansstevnuni, sum hevur verið á Zarepta. Hetta er størsta luttøkan, sum hevur verið á eini mansstevnu á Zarepta. Stevnan byrjaði fríggjakvøldið klokkan 19.30 og endaði við døgurða í dag klokkan 12.00.

Yvirskriftin á mansstevnuni 2008 var: ?Trúfastur maður verður ríkiliga signaður?

Friggjakvøldið tosaði John í Skemmuni um evnið ?Minnist vegleiðara tykkara...?

Leygarmorgunin vóru tvey evni á skránni, Jens Olsen tosaði um ?Hvar eru mennirnir..?. og Petur Hansen tosaði um ?Tey hildu trúliga fast við...? - Leygarkvøldið vóru eisini tvey evni á skránni, Júst Vang tosaði um ?Henda skatt hava vit í leiríløtum...? og Absalon Absalonsen tosaði um ?Eyðmjúkleiki - neyðugur hugburður...?, seinni leygarkvøldið var sangur og vitnisburður, leygarkvøldið endaði við hugnaløtu.

Í morgun, sunnumorgunin, tosaði Páll á Lakjuni um ?Ein sannur stríðsmaður Harrans...?

Mansstevnan endaði við døgurða á middegi. Vit vitjaðu á Zarepta um middagin, tá ið døgurðin var, vit prátaðu við fleiri av monnunum, sum vóru sera væl nøgdir við mansstevnuna - tann størsta av sínum slag.