250 kr. t/r

Spurningurin, flest øll vágafólk og allar føroyingar hava ivast í seinastu tíðina, varð hósmorgunin svaraður: prísurin fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin. 250 kr t/r verður vanligi prísurin fyri ein vanligan bil, men harumframt eru eisini gjørdar avsláttarskipanir til tey, ið koyra ofta

VÀGATUNNILIN

Stjórin fyri P/F Vágatunnilin, Dávur Reinert Hansen, kundi hósmorgunin kunngera fyri øllum, hvør prísurin fyri at ferðast undir Vestmannasundi í Vágatunnilinum fer at verða.
Gjørd er ein prísskrá, sum býtir akførini upp í stødd og gevur alsláttur eftir túratali. 250 kr t/r verður kostnaðurin fyri ein vanligan persónbil. Gjaldast skal vágamegin fyri báðar vegir í einum. Akfør undir seks metrar fáa avsláttur á tann hátt, at fimm túrar kosta 1.000 kr. t/r, og 3.000 kr. t/r fyri tjúgu vitjanir í Vágum ella á Stykkinum.
Næsti bólkur eru akfør, sum til longdar eru millum 6 og 12,4 metrar. Hesi gjalda 1.440 kr. t/r. Eftir avsláttarskipanini skal gjaldast 5.760 fyri fimm túrar og 17.280 fyri 20.
Síðsti og dýrasti bólkurin eru akfør størri enn 12,4 metrar til longdar. Hesi akfør gjalda 2.160 kr. fyri ein vanligan t/r. Við avsláttri kunnu fimm túrar fáast fyri 8.640 kr. t/r. 25.920 kr. geva 20 túrar t/r fyri eitt akfar størri enn 12,4 til longdar.
Viðmerkjast skal, at prísurin í hvørjum einstøkum føri er talan um eitt akfar. Tað merkir, at talið av ferðandi er einki sigandi í mun til prís. Og tá er tað líkamikið, um talan er um ein buss ella persónbil.
Sí annars lýsing á síðu trý við prístalvu.

Kubbi
Fólk, ið ynskja at gera sær dælt av avsláttarskipanini, mugu ognar sær tann sokallaða kubban. Hesin fæst við at gjalda 300 kr. í depositum. Skalt tú fáa avsláttur, mást tú fylla á fyrst. t.e. tú skalt eitt nú gjalda 25.920 kr. fyri tjúgu túrar hjá einum stórum trailara, áðrenn tú hevur koyrt.
Ein elektronisk skipan lesur av á kubbanum, sum verður lagdur í rutin í bilinum, hvussu nógv ?klipp? tú hevur eftir.
Annars ber bert til at gjalda fyri gjaldskortið, t.e. FR-korti ella øðrum. Hevur tú einki tílíkt, ber til at fáa eitt uppkrav, sum skal gjaldast sum skjótast.

Góðar tíðir ? ringar tíðir
Prísirnir hevur nevndin og leiðslan í P/F Vágatunnilin ásett eftir nøkrum metingum og skyldum, felagið hevur.
Felagið skal gjalda eitt lán aftur áljóðandi 120 mió. umframt rentur. Hendan útreiðsla verður mett til umleið. 12 mió kr. árliga. Samlaða inntøkan, skal tunnilin bera seg, verður mett til 20 mió kr. Restin, 8 miiliónir, fara til rakstur av tunnilinum og fyri at standa ímóti ?ringum tíðum?.
?Seinastu 15 árini hevur stórur munur verið á ferðsluni fyri hvørt árið. Vit hava roknað við einari ferðslu við 350 bilum um samdøgrið, sigur Dávur Reinert Hansen.
Nevndarformaðurin, Klæmint Weihe, greiddi frá, at teir hava ikki torað at koyrt prísirnar longur niður.
?Gongdin vil so vísa, um príslegan kann haldast, sigur Klæming Weihe. Hann vísur á, at alt eftir gongdini kunnu prísirnir hækka ella lækka. Arbeitt verður sjálvandi fram ímóti, at prísirnir ikki hækka.
Eftir fimtan árum skuldi lánið verið afturgoldið hjá Vágatunnilinum, og tá verður tunnilin latin til landið at umsita.
Vágatunnilin letur upp fyri ferðslu 10. desember við galdandi prísum.