- 250 gjaldskort eru sperrað í hesi og síðstu viku. Júst hví tey eru sperrað, verður ikki upplýst vegna trygdarávum. Einans, at skipanin hevur skrásett okkurt illgrunasamt. Men tað er positivt, at skipanin hjá Nets heldur eyga við slíkum.
Tað sigur Suni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, nú fleiri føroyingar hava fingið boð um, at teirra gjaldskort er sperrað.
Forstjórin greiðir frá, at tað er skipanin hjá Nets, ið hevur skrásett eitthvørt illgrunasamt, og tí sperrað gjaldskortini.
- Tað sum hendir reint praktiskt er, at Nets heldur eftirlit við brúkinum av gjaldskortum. Tá teir so skráseta illgrunasamt brúk, so verður kortið sperrað alt fyri eitt. Síðani fáa vit eina fráboðan um støðuna, so vit kunnu seta okkum í samband við kundan, greiða frá støðuni og senda teimum nýggj gjaldskort.
- Tey gomlu kortini verða sperrað og kunnu ikki brúkast aftur. Í staðin verða nýggj kort gjørd alt fyri eitt, men tað tekur eina viku áðrenn tey eru frammi við postinum.
- Hetta er ein vandi við brúki av gjaldskortum. Tí ráða vit eisini øllum kundum at taka tvey ymisk kort við sær, um tey fara uttanlands, um tað skuldi hent, at tey eru langt burturi, tá nakað slíkt hendir.
Suni Schwartz Jacobsen upplýsir, at Eik banki rindar endurgjald til teirra, ið hava mist pening í slíkum førum. Tí heitir hann á fólk, ið hava fingið boð um at teirra gjaldskort er sperrað, at kanna teirra bankakonto.
- Vit hava ikki fingið nakran fráboðan enn frá okkara kundum, men vit heita á kundarnar um at kanna teirra bankakonto, og um so er, at peningur er tikin av henni, at seta seg í samband við banka, so tey kunnu fáa peningin endurgoldnan.