250.000 flýdd úr Sýrialandi

Kanningar hjá flóttafólkaskrivstovuni hjá ST vísa, at nú eru 253.206 fólk flýdd úr Sýrialandi til grannalondini Turkaland, Libanon, Irak og Jordan. Harafturat eru meiri enn ein millión sýrialendingar flóttafólk í egnum landi, og sambært mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch sita nógv flóttafólk føst millum teir stríðandi partarnar í býnum as-Safira, sum er í Aleppo-landspartinum.

ST-talsmaðurin Adrian Edwards sigur, at kreppan í Sýrialandi tann ringasta í heiminum í dag.

Samstundis halda bardagarnir inni í Sýrialandi fram. Í dag lupu stjórnarhermenn aftur á býin Aleppo. Tað ljóðar, at 140 fólk doyðu í bardøgum ymsastaðni kring landið í gjár.