25 vilja verða fulltrúi

Ikki færri enn 25 fólk vilja taka tøk í Almanna- og heilsumálastýrinum

 

STØRV

Stórt mannfall hevur verið í Almanna- og heilsumálastýrinum í longri tíð. Ikki bert aðalstjórin er farin, men eisini undan og eftir honum heilt fitt av fólki. Grundin til, hví fólk eru rýmd av einum lutfalsliga nýggjum arbeiðsplássi eru ivaleyst nógvar og ymiskar.

- Stór ónøgd við arbeiðsplássið og at stýrið hevur virkað so illa, hevur verið viðvirkandi til, at væl skikkað fólk leita aðra staðni, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Nakað herfyri søkti Almanna- og heilsumálastýrið eftir fulltrúum til ymisk øki. Sóknast verður eftir fólki við akademiskari útbúgving ella líknandi. Høvuðsuppgávan hjá teimum, sum sett verða, verður at ráðgeva deildarstjóra, aðalstjóra og landsstýrismanni, gera og ummæla uppskot til lógir, málsviðgerð og mangt annað. Ikki færri enn 25 umsóknir komu inn. Støða er ikki tikin til, hvussu nógv fólk verða sett ella hvørji verða sett.

- Umsóknirnar eru ikki kannaðar enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógv fólk verða sett, sigur Sámal Petur í Grund.

Ein innanhýsis bólkur í stýrinum skal kanna tær 25 umsóknirnar. Áðrenn hesin fer til verka, skulu onnur fólk eitt nú løgmaður, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, løgmansskrivstovan og onnur taka støðu til, hvør verður næsti aðalstjórin í Almanna- og heilsumálastýrinum. Átta fólk eru um boðið.