Fríggjadagin 15.07.2005 verða tað 25 ár síðan Veðrurin kom á føroyska marknaðin. Men Veðrurin er eitt gamalt navn. Hann hevur altíð staðið á etikettunum hjá Føroya Bjór eisini tá tað var bannað at bryggja sterkt øl í Føroyum.
Tað var stovnarin av Føroya Bjór, Simon Frederik Hansen, kallaður Símun í Vági, sum sjálvur teknaði logoið.
Í sjeyti árunum var roynt at broyta rúsdrekkalógina í Føroyum, og tað kom enntá so langt sum til eina fólkaatkvøðu, men úrslitið var, at tað framvegis var bannað at bryggja sterkt øl í landinum. Men tað var ikki bannað at innflyta tað. Fyri at provokera og vísa á, hvussu tápulig skipanin var, tóku bæði Føroya Bjór og Restorff bryggjarí stig til at fáa donsk bryggjarí at bryggja danskt, sterkt øl við føroyskum etikettum. So eitt stutt tíðarskeið í sjeytiárunum bar til at keypa sterkt øl við føroyskum etikettum.
Í 1980 bleiv tað samtykt, at loyva bryggjaríunum at bryggja sterkari øl í Føroyum. Men tað talan um eitt kompromis. Fyri at fáa styrkina 5,8 %, bleiv Elefanturin bannaður í Føroyum. Tá tók onkur til, at man forsøgte at skyde papegøjen, men ramte Elefanten.
Frá Hoff til Veðr
Veðrurin, sum í dag fyllir 25 ár, hevur verið høvuðsmerkið hjá Føroya Bjór øll árini. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, sigur, at onkuntíð hevur Gull ølið selt betur enn Veðrurin, men Gullið hevur ongantíð verið høvuðsmerkið hjá Føroya Bjór á sama stigi sum Veðrurin.
- Tað var gamalt at biðja um eina Hoff, men í dag siga fólk ein Veðr. Tað tók eini 15 ár at venja fólk við tað, men í dag eru tey fá, ið siga Hoff, sigur Einar Waag.
Veðraølið er mest selda ølið í dag, og er av bæði føroyingum og útlendingum viðurkent sum gott øl.










