25 uppsagnir á MEST

Síðan ársskiftið eru 25 fólk uppsagt hjá samtakinum MEST

- Mánadagin vóru 12 uppsagnir í Havn. Tað vóru sveisarar og maskinsmiðir, ið vóru uppsagdir, og orsøkin er, at vit ikki longur hava nóg mikið av virksemi, sigur Mouritz Mohr, rakstrarleiðari um uppsagnirnar.

Við hesum kemur uppsagnartalið síðan ársskiftið upp á 25 í MEST samtakinum.

10 vóru uppsagdir á Skála fyri umleið trimum vikum síðani, og síðan ársskiftið eru fýra mans uppsagdir inni í Runavík.

- Vit royna at fáa arbeiðir og at siga nakað annað, enn at tað ikki sær nakað serligt út, hevði verið lygn, staðfestir Mouritz Mohr.

Áðrenn uppsagnirnar starvaðust umleið 300 fólk hjá MEST.