25. september eitur Kleofas

og fyrsta blað í USA kom út hendan dagin í 1690

Hann var annar av lærusveinunum, sum á vegnum til Emmaus hitti hin upprisna (Luk. 24, 13-35), skrivar Axel Tórgarð í »Dagar og nøvn í álmanakkanum«.

 

Um hendan dagin er eitt nú at siga:

 

1690 – Benjamin Harris gevur út fyrstu amerikansku avísina. Avísin kemur annars bert út hesa einu ferðina. Myndugleikarnir bannaðu útgávuni av blaðnum og góvu boð um, at avísin skuldi lata aftur.

 

1991 – Fótbóltslandsdysturin er í Landskrona í Skåne í Svøríki, har Føroyar taka ímóti Danmark, sum vinnur dystin 4-0. Málini skoraðu Kim Christofte, Bent »turbo« Christensen, Frank Pingel og Kim Vilfort.

 

1994 – Danska kvinnulandsliði í hondbólti vinnur í Berlin EM-finaluna móti Týskalndi 27-23, og verða harvið fyrsta EM í hondbólti.

 

Av fólkum, sum eru fødd hendan dagin kunnu nevnast:

Jonathan Motsfeldt, grønlendskur politikari. Hann doyði í 2010.

1944 – Michael Douglas, amerikanskur sjónleikari

1961 – Heather Locklear, amerikanskur sjónleiakri

1968 – Will Smith, amerikanskur sjónleikari og tónleikari

1969 – Catherine Zeta-Jones, amerikanskur sjónleikari

 

Og hendan dagin í 1849 doyði eysturríkska tónaskaldi, Johann Strauss eldri. Hann varð føddur í 1804.