25 ára starvsdagur á Tryggingarfelagnum

1. oktober 2003 hevði Hildebjørg Hjaltalin Ellingsgaard í Havn 25 ára starvsdag á Tryggingarfelagnum Føroyar

Hildebjørg er úr Havn, foreldrini vóru Kathrina, f. Kjærbæk, ættað úr Sumba, og Dagbjartur Hjaltalin úr Havn.
Hildebjørg fór í læru sum skrivstovufólk á Tryggjngarsambandinum Føroyar í 1978, sum 19 ára gomul.
Eftir at hon var útlærd, varð henni bjóðað starv á Tryggingarsambandinum. Hon tók av, og hevur hon verið har síðan, men hon hevur roynt eitt sindur av hvørjum í starvinum hesi 25 árini.
Í sambandi við arbeiði hevur hon tikið nógv ymisk skeið, bæði í Føroyum
og uttanlanda.
Hildebjørg var í mong ár álitisfólk á stovninum, og hevur hon eisini sitið í samstarvsnevndini, í fleiri ár var hon bólkaleiðari, men í dag er hon dagligur leiðari á policedeildini.
Hildebjørg er gift við Johannes Ellingsgaard, ættaður av Eiði, tey eiga tríggjar synir, Teitur 19 ár, Bárður 16 ár, og Ari, sum er 11 ára gamal.
Hildebjørg gongur ógvuliga høgt upp í familjuna, tey eru alfa omega hjá henni.
Av frítiðarítrivum kann nevnast at hon bæði teknar og málar, eisini dugur hon væl at skriva yrkingar, fyri ikki at gloyma talur, tá okkurt
er á vási í familjuni.
Hon og maðurin elska at spáka úti í náttúrini, eisini ferðast tey nógv
bæði innan og uttanlanda.