Týsdagin varð 25 ára starvsdagurin hjá Gunnleyg Kallsberg Dánjalsdóttir hildin í Klaksvíkar Kommunu. Gunnleyg K. Dánjalsson starvast í dag sum fulltrúi á Teknisku Umsiting, har hon millum annað hevur ábyrgd av og umsitur matrikkulmál, tinglýsingar- og ognarviðurskifti, gøtunøvn, ferðslumál, leigusáttmálar, v.m. Eisini er hon partur av byggi- og býarskipanartoyminum hjá kommununi.
Gunnleyg hevði sín fyrsta starvsdag á Teknisku Umsiting kommununnar 1. juli 1984, og tá sjálvur dagurin var lutvíst í summarferiutíð, varð hann hildin týsdagin 13. oktober, har býráðsleiðslan bjóðaði til eina hátíðarløtu í býráðshøllini.
Millum gestirnar vóru starvsfelagar og nevndarlimir í teimum nevndum, sum Gunnleyg, hevur nógv við at gera, umframt hennara næstu.
Gunnleyg hevur hesi 25 árini havt ein týðandi leiklut í menningini av Teknisku Umsiting og er í dag ein lyklapersónur á deildini, sum bæði borgarar, býráðslimir og starvsfelagar fáa gagn av og kunnu kenna seg trygg við.
Hetta legði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, eisini dent á í røðu sínari fyri Gunnleyg, har hon millum annað segði, at Klaksvíkar Kommuna, er sera heppin at hava havt og framvegis at hava hana í starvi.
Borgarstjórin nevndi eisini, at dugnalig og nærløgd starvsfólk ofta fáa fleiri ábyrgdir og uppgávur álagdar, og hetta er Gunnleyg eitt sera gott dømi um.