25 ára starvsdagur hjá Tryggingarfelagnum

Í dag, fríggjadagin 15. oktober 2004, hevur Agnas Fjallsá 25 ára stavsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Agnas er úr Havn. Hon byrjaði á Føroya Brunatrygging á "Glade Hjørn" í 1967. Har arbeiddi hon í tveimum tíðarskeiðum og var burturfrá í nøkur ár.

Síðan 1984 hevur hon havt fast starv á stovninum, fyrst á Brunatrygging við Smyrilsvegin.

Í dag er hon á skaðadeildini á Vanlukkutryggingini á Kongabrúnni, har allar deildirnar hjá Tryggingarfelagnum nú halda til.

Foreldrini hjá Agnas vóru Signhild, f. Jensen, úr Havn, og Johan Wolles, ættaður av Trøllanesi.

Agnas er gift við Erik Fjallsá úr Klaksvík. Børnini eru Johan, Ruth, Randi og Erik, sum øll búgva í Havn. Hon eigur eisini fimm ommubørn.